Miseydnaðar fiskiroyndir

Royndirnar hjá Sigmundi og Pison undir Eysturgrønlandi miseydnaðust. Toskur var eingin og lítið av øðrum, hóast fyritreytirnar annars vóru í lagi

Royndirnar hjá Sigmundi og Pison undir Eysturgrønlandi miseydnaðust.

Sigmund kom aftur mikukvøldið, og Pison er væntandi um vikuskiftið.

Mortan Motensen, skipari á Sigmundi, sigur, at tað var ikki tí, at umstøðurnar ikki vóru í lagi, at eingin fiskiskapur var. Veðrið var av tí fagrasta, og ísur var eingin. Havið var fult av lívi. Bæði stórhvalur og springarar. Men har var rætt og slætt fiskaloysi.

Mortan Mortensen sigur, at teir mettu seg at hava eini 26.000 pund á átta setum. Ein knøpp helvt var toskur, eitt sindur av brosmu og kalva, umframt rudið, sum alt fór í lastina.

Mortan Mortensen sigur, at teir undraðust almikið á, at brosman og kalvin vóru so spikafeit, meðan toskurin, teir fingu, var horarak. Og tað hóast fiskurin kom húk um húk. Toskurin var smáfallandi, sigur hann.

Teir royndu, sigur Mortan Mortensen, at finna tær leiðirnar, har roynt hevur verið fyrr. Og Pison, sum kom aftan á teimum, royndi bæði norðan- og sunnan fyri teir. Men við sama ringa úrsliti.

Ella rættari sagt verri, tí Pison hevur bara eini 20.000 pund inni av níggju setum, nú hann kemur heim. Meginparturin er kalvi. Toskur er at kalla ikki dripin.

Mortan Mortensen sigur, at hann tosaði við føroyingar, sum eru við grønlendskum línubátum vestanfyri.

Teir hildu kortini, at tað var positivt, at teir yvirhøvur høvdu møtt toski eystan fyri í ár. Hesir menninir høvdu sjálvir verið undir Eysturgrønlandi so seint sum í fjør, og tá livdi ikki toskur har.

Men Mortan Mortensen, skipari á Sigmundi, sigur, at hjá teimum varð tað ikki bummtúrur hóast alt.

Teir rýmdu í góðari tí undan Eysturgrønlandi og høvdu fýra setur á Rygginum, føroysku megin, á heimreisuni.

Og tær eydnaðust bara væl, letur Mortan at.

Teir fingu umleið 40.000 pund, sum teir fingu óføra góðan prís fyri á uppboðssøluni í gjár.

Tann besti toskurin kom heilt upp í hálvatjúgundu krónu.