Minnisvarðin á Eiði stendur mitt í bygdini, har fólkið savnast.
Fundamenti til minnisvarðan er eldri enn minnisvarðin sjálvur. Longu í fimmtiárunum vóru tankar frammi um at reisa minnisvarða á Eiði. Tá varð arbeitt við fundamentinum longru uppi í bygdini, og ætlanin var, at minnisvarðin skuldi standa har, men soleiðis bleiv ikki, minnisvarðin bleiv í staðin staðsettur í gamla kirkjugarði.
Fyri arbeiðinum var ein minnisvarðanevnd við Óla Ejdesgaard, vanliga nevndur Óli í Brekku, sum formanni. Myndahøggarin Fridtjof Joensen høgdi standmyndina úr steini, og síðani varð hon send til Danmarkar at stoypast úr bronsu. Minnispláturnar eru yvir omandottin og sjólátin á Eiði, eitt nú yvir fleiri sum fórust undir krígnum.
Minnisvarðin ímyndar eina mammu og son hennara. Kvinnan hyggur út á sjógv bíðar eftir manninum og heldur um sonin.
– Minnisvarðin hevur nógv at siga fyri borgararnar. Hetta eru okkara forfedrar, og fólk vitja her fyri at minnast teir, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Eisini skúlaflokkar og ferðafólk vitja gamla kirkjugarð, sum er eitt grønt fríøki.
– Tá fáa tey samstundis høvið at práta um kríggið, og hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri eitt lítið samfelag sum okkara.
Vanlukkur á sjónum henda eisini í okkara tíð, og á Eiði kenna tey til sorg og skelk, tá vanlukkan rakar. Í 2011 doyðu Sigmund Kári Hentze og Teodor Olsen á veg til Havnar av Bátastevnu á Vestmanna. Minnisplátan yvir teir er nýggjasta minnispláta í gamla kirkjugarði.
Minnisvarðin bleiv avdúkaður 22. juni 1975. Nógv fólk vóru savnaði hesa løtuna. Sóknarpresturin talaði og læs nøvnini á teimum sum vóru farin á sjónum. Tað vóru Anna Elisabeth Mørkøre og Marius Samuelsen, sum avdúkaðu minnisvarðan. Hesi vóru tá elstu borgarar í Eiðis kommunu, fødd ávikavist í 1878 og 1883.
Hornorkestrið spældi, og Óli Ejdesgaard, formaður í minnisvarðanevndini, handaði Eiðis bygdaráðið minnisvarðan.
Allahalgannadag, verður á hvørjum ári farið í kirkju á Eiði, at halda minningardag teirra sjólátnu. Síðani verður farið út á minnisvarðan til sálmasang, og borgarstjórin leggur ein krans.
– Hendan løtan plagar at vera væl vitjað, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.
Gamli kirkjugarður hevur helst verið kirkjugarður á Eiði, til kirkjan bleiv bygd 1881. Enn síggjast nakrir av gravsteinunum í gamla kirkjugarði.
Í 2020 avgjørdi Eiðis bygdarráð, at gamli kirkjugarður skuldi fríðkast. Endamálið var at gera hetta til eitt hugnaligt stað fyri fólkið á Eiði.
Jógvan í Skorini heldur, at fríðkanin hevur eydnast væl. Beint við gamla kirkjugarð er Vaglið, sum bleiv gjørt um somu tíð, sum gamli kirkjugarður bleiv fríðkaður. Søguliga hevur hetta økið verið savningarstaður á Eiði, og er tað framvegis.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##