3. jóladag druknaðu tvær gentur av Toftum. Genturnar vóru 19 og 22 ára gamlar. Tær vóru á veg til Havnar og skuldu við Tróndi sum lá við ferguleguna. Genturnar koyrdu út eftir pirinum og fóru útav í hálkuni.
Mamma teirra, Kristianna Poulsen, varð forkvinna í nevndini, sum arbeiddi við at reisa minnisvarða á Toftum. Í nevndini sótu fólk av Toftum, Nesi, Æðuvík og Saltnesi.
Nevndin skipaði fyri tiltøkum, og farið var hús úr húsi fyri at samla pengar inn til minnisvarðan.
Tað gekk skjótt og væl at savna pengar, tí trý ár seinni, 13. desember 1981, varð minnisvarðin vígdur. Jákup Kass, sóknarprestur, helt vígslurøðuna. Elsti maður í kommununi, Óli úti í Forna, avdúkaði minnisvarðan, og elsta kvinna í kommununi, Anna í Gerði avdúkaði minnispláturnar. Listamaðurin Fridtjof Joensen hevur gjørt minnisvarðan, sum ímyndar eina konu og eina gentu, sum hyggja út á fjørðin, og tað tykist greitt, at tær bíða eftir onkrum. Frits Johannesen, grótlaðari av Toftum, hevur gjørt økið rundanum, og grótlaðingarnar sum pláturnar eru settar á. Nes kommuna læt økið til minnisvarðan, og røktar tað.
– Minnisvarðin er snøggur og einfaldur. Tað sum ger hann serligan er, at tú sært ígjøgnum hann, tá gerst tað symbolska týðiligt, at hann er eitt minni um tey sum eru farin, sigur Janus Jensen. Minnisvarðin stendur soleiðis, at hann hevur gott útsýni yvir fjørðin. Hann er eitt minni um tey, sum eru deyð á sjónum og í øðrum vanlukkum. Fyrsta navnið er frá 1846, tá druknaði ein ungur drongur á Toftavatni. Nógvar skips og bátsvanlukkur hava verið, eitt nú fór ein slupp av Toftum á land í Íslandi í 1924. Átta mans doyðu í kommununi, og eftir teir sótu fimm einkjur á Toftum, einkjurnar áttu 18 børn tilsamans, og tvey av hesum børnum vóru ikki fødd.
Síðani minnisvarðin bleiv vígdur í 1981 eru tríggjar minnisplátur komnar afturat. Seinasta navnið er yvir ein mann sum druknaði í Spania í 2022.
Minningarhald verða hildin allahalgannadag á hvørjum ári. Løtan byrjar við minnisvarðan, og síðani verður farið í kirkjuna.
– Minnisvarðin hevur stóran týdning, soleiðis at tey sum farin eru ikki vera gloymd. Nógv av teimum komu ongantíð afturíaftur, og einasta minni um tey er her, sigur Janus Jensen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##