Í mars hevði USA næstan 12 prosent færri vitjandi úr útlondum í mun til sama mánað í fjør.
Tað skrivar amerikanski miðilin Washington Post, skrivar tíðindastovan dpa.
Í februar minkaði talið á fólki eisini, sum ferðaðust til USA úr útlondum.
Hetta var ein minking uppá tvey prosent, sum var fyrsta munandi minkingin síðani korona-farsóttina, stendur í fráboðanini.
Blaðið vísir til tøl frá altjóða handilsfyrisitingini, sum er partur av amerikanska handilsmálaráðnum.
Í mars var eitt fall uppá 17 prosent millum ferðafólk úr Vesturevropa, 24 prosent millum tey úr Miðamerika og 11 prosent millum tey úr Kina.
Sambært dpa, sum er ein týsk tíðindastova, var eitt fall uppá 28 prosent í týskum ferðafólkum í mars.
Avstralska blaðið The Guardian skrivaði eisini fyrr í vikuni um eina afturgongd í talinum av avstralskum ríkisborgarum, sum lendu á amerikanskari jørð í mars.
Her var minkingin sjey prosent í mun til sama mánað í 2024, sum er størsta minkingin millum avstraliar síðani mars 2021, sum var eyðkend av ferðaavmarkingum, sum corona-farsóttin elvdi til.
Fleiri tilburðir, har fólk hava verið afturhildin við innferð til USA, hava elvt til stúran millum útlendsk ferðafólk, skrivar dpa.
Sambært tíðindastovuni hava fleiri fólk fingið noktað atgongd til landið, hóast tey hava kunnað skjalprógvað, at tey hava søkt um og fingið kravda loyvið at ferðast til USA.
Tann 12. apríl skrivaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eina tíðargrein í Fox News, har hann segði, at tað er ein "framíhjárættur" at vitja USA.
- Tað er ein framíhjárættur, sum er givin teimum, sum virða okkara lógir og virðir. Og sum uttanríkisráðharri fari eg ongantíð at gloyma tað, skrivaði hann.
Sambært dpa hevur Rubio eisini sagt, at útlendingar, sum ferðast til USA, einki hava at óttast, uttan so at teir ætla at luttaka í mótmælisgongu til stuðul fyri hernaðarrørsluni Hamas, um teir ætla at “elva til ófrið” á universitetunum í landinum ella planleggja onnur sløg av “ófriði”.
/Ritzau/