Um 10 tíðina í morgun fekk løgreglan boð um, at ein fullur maður gekk og skeyt við byrsu í Norðdepli. Sum skilst hevur maðurin skotið upp í luftina.
Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, og maðurin lat eitt skot av, eftir at løgreglan kom á staðið
– Men tað eydnaðist okkum at tosa mannin til sættis, soleiðis at hann legði byrsuna frá sær, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Maðurin er nú í varðhaldi hjá løgregluni.
– Vit skulu nú avhoyra vitni og gera aðrar kanningar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Maðurin verður sitandi í varðhaldi, til løgreglan hevur funnið út av, hvat hann skal skuldsetast fyri.