Tann stóra talvfinalan millum Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselson Apol í landsliðsbólkinum í Skúlatrøð í Klaksvík endaði við remis - javnleiki.
Tað var nóg mikið hjá Høgna at vinna seg upp á 6,5 stig av 7 møguligum í kappingini, og er hann tískil staðfestur FM-vinnari.
Luitjen endaði á 6 stigum av 7 møguligum, og hann má taka til takkar við øðrum plássinum á hesum sinni.