Minningarorð um mammu mína Elisu F. Lamhauge

Bjartastu dagar
tá lívsskeiðið byrjar,
tín rørsla, bros og eygu
bóru okkum boð um,
at her er gott at verða.
Árini tey vóru góð
tá tú var mín varði,
stimbur, álit, gleði,
gingu lið um lið,
tí kærleikin var stórur
til mann og børnini.

Tú kveikti ljós har tú var
glað og mild og vøkur,
virðing fyir næstringum
var títt hjartamál,
hevði tíðin steðgað tá
so vit nýttu núið,
men tín klokka gekk ov skjótt
og tað fór at dimma,
stjørnur, máni, sól bleiv burt,
tá kom sorg, eftir tár
og tað fór at regna.

Tárini eru grátin,
orðini eru søgd,
kilometrarnir eru gingnir,
kreftirnar eru brúktar,
tankarnir eru tonktir,
ljósini eru brend,
hóast hálvrunnið lívsskeið.
Ein síðsti andadráttur
setti ævigt punktum.
Øll rørsla, vón og bros
eru avloyst av kvirruni í deyðanum.

Allar besta, elskaða mamma, góða reisu.

Ynskir Alma