Minni vindur, men kaldari veður

Hóast skrið ella stormur verður í dag, fer hann at maka vindin komandi dagarnar, samstundis sum tað verður kaldari.

Hóast skrið ella stormur verður í dag, fer hann at maka vindin komandi dagarnar, samstundis sum tað verður kaldari.

 

Seinnapartin í dag verður skrið ella stormur av suðri og regn, um kvøldið minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum trý og seks stig.

 

Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av suðri og ælingur, um kvøldið lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Mánadagin og týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og okkurt æli, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.