Í Suðurkorea hava herurin og tær amerikonsku herdeildirnar slakað eitt sindur í tilbúgvingini, og tað er gjørt, tí Norðurkorea hevur tikið sama stig. Sum skilst hevur Norðurkorea flutt hermenn burtur frá markinum, og ein talsmaður fyri suðurkoreonsku stjórnina sigur, at stjórnin er í ferð við at kanna, um afturtøkan skal tengjast saman við norðurkoreanska tilboðnum um samráðingar.
Suðurkoreanska herleiðslan vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini um, at landið hevur slakað í tilbúgvingini.
Støðan á Koreanesinum hevur verið rættiliga spent, síðani Norðurkorea skeyt fleiri granatir eftir einari suðurkoreanskari oyggj. Fýra fólk doyðu, og Suðurkorea hevur seinni hótt við einum umfatandi svari, um Norðurkorea ger nakað tílíkt aftur.
Fyrradagin bað Norðurkorea Suðurkorea um treytaleysar samráðingar, eftir at suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak, hevði sagt seg vera sinnaðan at knýta tættari búskaparlig bond millum tey bæði londini, um Norðurkorea vildi gevast við tí hernaðarliga áganginum.