Hóast tað ljóðar sum ein andsøgn, er tað ikki av leið at kalla nýggjastu málningarnar hjá Høgna Thomsen naturalistiskt surrealistiskar. Flestu av teimum eru nevnliga eyðkendir við, at teir spretta úr neyvum endurgevingum av myndevninum, sum spakuliga flyta seg inn í ein heim, har veruleikin heldur uppat. Og okkurt bendir á, at tað er hendan vegin listamaðurin úr Klaksvík fer at leita framyvir.
- Eg eri framvegis hugtikin av neyvu naturalistisku endurgevingini, men sum frá líður eri eg betri nøgdur, tá eg havi givið hugflognum meir pláss. Onkursvegna liva tær myndirnar longri ikki minst í mátanum, tær loyva áskoðaranum framat við sínum tulkingum, sigur Høgni.
Spontanur málari
Sum heild hevur hugurin at eksperimentera vunnið sær alt meir pláss í myndunum hjá Høgna, bæði tá tað ræður um myndevni og málihættir. Hvaðan íblásturin kemur, ber illa til at siga heldur Høgni, men ivaleyst frá trongdini til allatíðina at menna seg sum listamann og eisini at royna okkurt, hann hevur sæði hjá øðrum listafólkum.
- Eg ræðist tankan um, at eg sjálvur byrji at eftirlíkna onnur tað síggja vit tíverri í so nógv av í føroyskari myndlist í løtuni eftir mínum tykki. Hinvegin, tað er jú altíð ein spurningur, hvar markið millum íblástur og eftirlíkning gongur, sigur Høgni, sum lýsir seg sjálva sum ein sera spontanan málara. Hetta kann kanska undra onkran, serliga um tú hugsar um neyvu endurgevingarnar av eitt nú staðbundnum landsløgum.
- Landsløgini máli eg eftir minninum. Tað gevur til dømis pláss fyri at yvirdríva eitt sindur, so myndin fær nakað meir trøllsligt og dramatiskt yvir sær. Harfrá máli eg heilt intuitivt, beint frá heilanum til hondina, so myndin mest sum skapar seg sjálva á løriftinum, greiðir Høgni frá.
Olja vit vatnlitsteknikki
Myndirnar Neyst og Nestindar eru báðar á hvør sín hátt rættiliga góð dømi um eksperimenterandi stílin hjá Høgna. Neystini kenna flestu klaksvíkingar nokk aftur frá tí, sum er eftir av fjøruni við Sandin í Klaksvík, men umhvørvið, tey standa í á myndini, er eitt annað. Her hava nakrir ævintýrkendir heyggjar sníkt seg inn, sum flyta myndevni inn í ein dreymakendan heim við surrealistiskum undirtónum. Sjálv myndin er málað á svarta bakgrund, har ljósið spælir mest sum skyggjandi hvítt upp ímóti tí dimma. Sum mótspæl til neyvu endurgevingina av neystunum í bakgrundini letur listamaðurin hvítu málingini renna í rípum í forgrundini á ein hátt, sum eisini ger myndina meir tilvitaða um seg sjálva sum listaverk.
Hesin hugur at eksperimentera við teknikkum setur hinvegin myndina Nestindar beint ímillum tvær annars sera ymiskar greinar innan myndlist, oljumálningin og vatnlitsmyndina. Her hevur listamaðurin lænt teknikkin frá vatnlitsmyndini, har myndevnið kámst út ímóti hvítu bakgrundini, sum samstundis virkar sum eitt slag av ramma. Við ávísari frástøðu, ella sum her á prenti, sær myndin út til at vera ein vatnlitstekning á pappíri, hóast tilfarið er olja og lørift. Ein sera øðrvísi og hugtakandi effekt, sum eisini boðar frá, at listamaðurin ikki hevur so fáar royndir við vatnlitsmyndum.
Framsýningin á Café Jinx hongur upp allan februar mánað. À heimasíðuni www.gluggin.com ber til at síggja eitt sera fjølbroytt úrval av myndlistini hjá Høgna Thomsen