Alt bendir á, at AC Milan eisini fer at leiga enska David Beckham komandi fótbóltsvárið, eins og teir gjørdu tað í gjør. Beckham, sum verður 35 í maj mánaði, vil heldur enn fegin hava møguleikan at spæla við Onglandi í HM-endaspælinum í Suðurafrika, og skal venjingin vera nóg góð, er helst neyðugt at fáa spælitíð í Europa. Ein møguleiki, sum eigararnir av LA Galaxy, har Beckham hevur sáttmála, eisini eru áhugaðir í.
LesarabrøvLesarabrøv