Fríggjakvøldið 9 mars var tað stóra tiltakið við Michael Learns To Rock í høllini á Hálsi. Góður hýrur var í fólki og tónleikarum, ið leiktu framúrskarandi góðan pop-rock tónleik. Tiltakið byrjaði klokkan átta og endaði klokkan hálvgun ellivu. Kendi danski bólkurin hevur verið her á klettunum einaferð fyrr, men sjálvur hildu teir, at henda ferðin varð betri enn seinast.
HR Booking við Rúna Persson á odda, stóð fyri tí stóra tiltakinum, sum var á Hálsi. Øll fjødin var meir ella minni sera nøgd við konsertina, og ikki minst tónleikarnir.
Á pallinum var sera heitt, tí við 42 ljóskastarum uppá samanlagt 30.000 watt og 20 hátælarar uppá samanlagt 25.000 watt, skuldi tað veri nokk av hita, ljósi og ikki minst av ljóði.
Sosialurin fekk eitt prát við sangaran og ljómborðsleikarin Jascha Ritcher.
Kan I lide Førøerne?
Ja, helt sikkert, fordi Færøerne har et smukt landskab, og folk er meget intereseret i de ting man laver.
Hvor mange gange har I været her?
Vi har været her en gang før, og det var i august måned ?96.
Hvad synes I om det færøske folk?
De er meget flinke og rare, og man føler en vis tryghed at være her oppe.
Hvornår startede I og hvornår fik I succes?
Vi startede i ?88, men begyndte ikke at få succes før i ?92
Hvad er jeres fremtidsplaner?
Vi skal på onsdag til Schweits, og så nogle dage bagefter skal vi til Finland. Så har vi også planer om at turnere i Asien, og så til sidst skal vi spille meget i Danmark
Har I planer om at komme tilbage til Færøerne?
Ja, fordi vi skal en gang i tiden lave en Færø, Island, Grønland tour.
Hvem er jeres inspirationskilde?
Øøh, jo, vi er meget inspirerede af Supertramp, The Bee Gees og Abba.
Kan I li? det færøske musikliv?
Vi kender desværre ikke meget til det, så det er svært at sige.
Kan I lide den færøske kultur?
Hvis du mener maden, så siger vi, at vi ikke har smagt noget af det, men I har en god Olaifest.
Tónleikurin
Sigast kann, at hetta var ein av teimum stóru tiltøkunum, ið hava verið í longri tíð í Havnini, og hetta hevur verið við til at seta rættuliga gongd í tónleikalívið her á oyggjunum. Fyri bert fáum vikum síðani var heimskendi technotónleikarin DJ Aligator her heima, og so er tað eisini Prix Føroyar, ið hevur stóra ávirkan fyri menningina í føroyska tónleikinum.
Michael Learns To Rock vórðu mannaðir av fýra tónleikarum, og teir vóru Jascha Ritcher sang og ljómborð, Kåre Wancher trummur, Mikkel Lentz gittar og Henrik Schou Poulsen, ið bert spælir við á konsertum, og hann spælir bass í bólkinum. Bólkurin hevði eisini ein back-gear teknikara, ein monitor teknikara, ið bólkurin hevur heitið eftir, tí hesin monitor teknikarin eitur nevniliga Michael, og til síðst høvdu ein front teknikara (front of house.)
Okkara egni Ronny Petersen, ið var ljósmaður á Prix Føroyar í Klaksvík og Miðvági var eisini ljósmaður fríggjakvøldið.
Konsertin
Nógv spurd fólk hildu, at atgongumerkini vóru ov, og ætlaðu sær ikki til konsertina á Hálsi. Hóast tey spurdu ikki komu, vóru tó sera nógv fólk møtt upp.
Vanligt er á konsertum á Hálsi, at tey tilkomnu sita á áskoðaraplássunum, og tey ungu streyma fram móti pallinum, og hesa ferðina varð ikki øðrvísi. Konsertin byrjaði tjúgu minuttir ov seint, tí sum flest vita, so eru føroyingar altíð ein góðan hálvan tíma ov seinir uppá tað. Hetta var ikki júst eitt drukktiltak, fyri tað um onkur hevði ein lítlan uppi á sær, hetta var meiri eitt upplivingartiltak.
Michael Learns To Rock spældi ikki hesuferð play-back, sum sagt varð at teir gjørdu seinast. Fólkið tók sera væl ímóti danska rock-pop bólkinum, so væl at eldri fólk høvdu kunna spurt, um tey ungu ikki fáa ilt í lógvarnar, tí nógv varð gjørt av skríggjan og klappan, tá ið bólkurin leikti tey kendu løgini hjá sær, s.s. Breakin? My Heart og Someday, ið varð leiktur triðsíðst, tí tá ið bólkurin fór av palli, varð skrála eftir tveimum løgum, og langt um leingi varð tað so gjørt.
Sangarin dugdi sera væl at føra seg fram, og bólkurin var væl samanspældur á palli. Í tí vakra grøn-bláa ljósinum, meðan tey heldur penu stillu løgini vórðu leikt, og tendrarnir hægstir, líktiskt høllin einari ungarnskari kirkju.
Klokkan 21.00 hevði bólkurin eina pausu uppá góðan hálvan tíma, og í pausuni varð leiktur góður tónleikur frá m.a. Eric Clapton, Cher, Britney Spears o.ø. Allar T-shirtirnar vórðu seldar, og aftaná konsertina bar eisini til at fáa undirskriftir frá bólkinum.
Michael Lears To Rock spældi eisini nýggjan tónleik, ið var frá nýggju fløgu teirra, ið eitur Blue Night, og eitt av løgunum hevði tað sama heitið sum fløgan. Aftaná lagið segði Jascha Ritcher, at ørsøkin til at teir so seint komu aftur til Føroyar var, at kvinnurnar her á landi vóru ov villar, og beint aftaná tey orðini, leiktu teir ein ótrúliga gott lag, sum vísti at Michael veruliga hevur lært at rocka. Sangurin æt Wild Women.
Í niðurløgunum sloppu áhoyrarnir at syngja, tað sum í restaði. Sølukonurnar aftanfyri diskin, har ið sodavatn kundi keypast, stóðu eisini heilt villar og dansaði til tónleikin.
Tónleikarnir vóru sera væl nøgdir við tiltakið aftaná konsertina, ið endaði klokkan 22.30.