Miðnámsskúlar sum mentanardeplar

 Ískoyti til orðaskiftið um miðnámsútbúgvingar og miðnámsskúlar

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Haldi tað vera rætt og skilagott at seta sum mál, at øll í Føroyum skulu hava eina miðnámsútbúgving. Samstundis er eisini neyðugt at víðka um hugtakið »miðnámsútbúgving«.
Higartil hava vit í Føroyum sæð miðnámsútbúgvingar sum tær bókligu útbúgvingarnar vit bjóða á verandi miðnámsskúlunum.
Hesar útbúgvingar fata um Studentaskúla (ST) og Hægri Fyrireikingar (HF), sum eru almenngymnasialar útbúgvingar, har tú fyrst og fremst hevur almennandi lærugreinir, ið gera teg føran fyri at fara undir hægri framhaldslestur, um tú annars lýkur tey upptøkukrøvini, sum útbúgvingarstovnurin setir, og Hægri Handilsskúla(HH), Hægri Tøkniskúla (HT) og Hægri fiskivinniskúla (HIF) sum eru yrkisgymnasialar útbúgvingar, har tú umframt almennar lærugreinir eisini hevur lærugreinir, ið fyrireika teg til bæði at fara undir framhaldandi hægri vinnulívsútbúgvingar (handilsútbúgvingar og tekniskar útbúgvingar) og til at arbeiða í vinnulívinum.
Afturat hesum vit í dag nevna sum miðnámsútbúgvingar, eiga vit eisini at leggja allar tær yrkisútbúgvingar sum vit annars kenna í dag, og víðka um útboðið av útbúgvingum.
Hesar útbúgvingar fata um Sjóvinnuútbúgving, sum gevur næmingunum eina grundleggjandi verkliga og ástøðiliga vitan um viðurskifti á sjónum og umborð á skipi.Undirvísingin leggur dent á at geva næmingunum vitan um trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi, viðlíkahald og verkligan sjómansskap, soleiðis at teir eftir lokið skeið kunnu mynstra sum dekkarar.
Heilsuútbúgvingar eru nýggjar útbúgvingar, ið byrjaðu á heysti 2001. Útbúgvingarnar hava til endamáls hvør sær at geva næmingunum førleika at røkja uppgávur á almanna- og heilsuøkinum. Útbúgvingin til heilsuhjálpara er skipað sum ein grundútbúgving (eitt støðisár), ið tekur 1 ár og 3 mánaðir. Eftir lokið støðisár er møguleiki fyri at halda fram 1 ár og 10 mánaðir í útbúgvingini til heilsurøktara.
Eisini er møguleiki at taka yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling. Talan er um tvey sløg av yrkisútbúgvingum, ávikavist innan flakavinnuna ella alivinnuna. Hesar útbúgvingar verða skipaðar sum arðar handverkaraútbúgvingar, har fyrst verður gingið í skúla í eitt støðisár og síðani verkliga upplæring á virki har næmingurin hevur lærusáttmála.
Umframt hesar útbúgvingar hava vit okkara siðbundnu Handverkaraútbúgvingar, sum fata um øll vanlig hanverkarayrki vit kenna eitt nú snikkara-, bilsmið-, el- , hárfríðkan- og maskinútbúgving.
Síðani hava vit vanligu Handilsskúlaútbúgvingina, sum gevur førleika til fyrisiting-, handil-, skrivstovuyrki umframt onnur tilboð sum hesin skúlin bjóðar.
Tað hevði verið skilabest at sam- og umskipað allar útbúgvingarnar soleiðis at allar fingu heiti miðnámsútbúgving og við tíðini komu undir sama skipanarliga hatt.
Á sama hátt sum vit nú umskipa allar okkara víðari útbúgvingar so tær verða á fróðskaparstøðið.
Fyri at lyfta samfelagið á eitt hægri støðið, fyri at tryggja vælferðina í framtíðini og fyri at vera við í kappingini á jøvnum føti við allan heim, eiga allar hesar útbúgvingar at verða dagførdar og nútímansgjørdar soleiðis at tær lúka altjóða fakligu krøvunum innihaldsliga og tøkniliga.
Hetta verður tað stóra takið, og heppin hond skal til, tá slíkt skal gjøgnumførast, tí á leiðini liggja nógvir snávingarsteinar. Haldi tað vera neyðugt við breiðum politiskum uppbakningi og samstarvi, um slíkt skal eydnast á fullgóðan hátt.

Kreativiteturin við í útbúgvingartilboðini.
Í miðnámsútbúgvingunum vit bjóða ungdóminum í dag, kunnu vit siga at skapanarevnini eru útihýst. Vit mangla ikki bara at rúma kreativitetinum hjá hesum bólki av ungfólki, men eisini at geva teimum avbjóðingar og útbúgvingar har tey kunnu fáa amboð og víðarimenna øll tey ótrúðligu evni hesi fólk hava.
Miðnámsútbúgvingar innan tónleik, sjónleik, málningarlist, sniðgeving, kunningar og samskiftistøkni, sang og sangskriving, fyri at nevna nøkur av teimum listagreinunum sum vit eru vælsignaði við, men ikki geva fólki møguleika at dyrka.
Hetta tilfeingi eiga og skulu vit eisini nýta orku uppá í Føroyska útbúgvingarverkinum. Hesin kreativitetur kann ikki framhaldandi liggja uttanfyri tað lærurúmið vit í Føroyum bjóða okkara borgarum. Vænti at stórur partur av okkara framtíðar vælferð kemur at liggja í hondunum hjá tí skapandi fólkinum her á landið, og á altjóðapallinum er hetta ómetaliga tídningarmikið, tí her kunnu vit ósmæðin kappast við allan heim.

Miðnámsskúlarnir sum mentanardeplar(Grundin til at Tjóðveldisflokkurin vil hava miðnámsskúlar kring alt landið, eru fleiri.
Miðnámsskúlin er ikki bert ein skúli har ungfólk millum 17 og 20 ár fáa sær útbúgving. Nei, skúlin er eisini tann depilin sum skal taka sær av at útbúgva og endurútbúgva arbeiðsmegina kring landið.
Frá at virka í einum fiskiídnaðar samfelagið, til at arbeiða í vitanarsamfelagnum, verður neyðugt at styrkja førleikan hjá verandi arbeiðsmegi, soleiðis at hon kan taka framtíðar avbjóðingar upp.
Eisini er skúlin tann mentanardepilin, sum skal vera við til at menna øki og gera tað spennandi og áhugavert fyri allar samfelagsbólkar at búseta seg í einum øki. Skúlin eigur at vera samskiftis depilin hjá bygdini ella býnum, og eisini verða tann sum kann geva íblástur uttan úr heimi. Staði har nýggir tankar spretta og tiltøk vera sett í gongd, til gagns fyri borgararnar og menningina av øllum økinum skúlin er í. Stutt sagt skal skúlin vera tann mentanardepilin ella mentanarhúsið har alt øki sígur sær megi og merg.
Við hesum í huga mæla vit til at miðnámsskúlar, ið verða víðkaðir til at verða mentanardeplar, har endurútbúgving av arbeiðsmegini í Føroyuym eisdini verður hýst, samstundis sum teir eru mentanarhús í økjunum, verða lagdir kring alt landið. Í Noroyggjum verður miðnámsskúli við denti á tøkni útbygdur, miðnámsskúli við denti á fyrisiting, handli og skrivstovu og student verður í Eysturoy, miðnámsskúli við student-, tøkni- og fyrisiting, handli og skrivstovu verður í Tórshavn, Miðnámsskúli við fiskivinnu- og umhvørvi verður í Vestmanna, miðnámsskúli við listagreinum og ítrótti verður í Sandoy, í Vágum verður miðnámsskúli við matvøruframleiðslu og ferðavinnu sum høvuðsgrein og í Suðuroy verður miðnámsskúli við HH og heilsuútbúgving sum serøki.