Miðlakríggj á netinum

Internetið elvir til stórar broytingar í miðlaheiminum og er og verður framtíðar miðilin. Privatu miðlarnir í Danmark og kring allan heim fyri tað eru hart raktir av fíggjarkreppuni. Lýsingarnar fækka og færri og færri lesa bløð. Gongdin er tann, at alnótin, internetið hevur tikið yvir nógva staðni sum framtíðar miðilin. Bæði vanlig dagbløð og aðrir miðlar eitt nú almennu public service miðlarnir royna at vera fyrstir og bestir á nýggja netmiðilinum. Høvuðstrupulleikin tykist vera at finna eitt forrætningsmodell, sum ger, at gomlu miðlarnir, bløðini serstakliga kunnu tjena pengar her eisini.

Hetta kom fram á miðlaráðstevnuni New Media Days, sum varð hildin í Konserthúsinum í DR býnum í Keypmannahavn nú um dagarnar.

Ein av fyrilestrarhaldarunum, Michael Wolff, stovnari av heimasíðuni newser gav ikki vanligu dagbløðunum langa livitíð aftrat. Innan eitt ár eru øll tey stóru stóru bløðini í USA farin á húsagang, og hetta fer at vera lagnan hjá øðrum bløðum við um allan heim segði tann bersøgni amerikanski miðlamaðurin.

Á ráðstevnuni varð rættiliga heitt kjak millum umboð fyri privatu miðlarnar og teir almennu. Bløðini, sum lýða undir manglandi lýsingum og kapping frá gratisávísunum, gera alt tey kunnu fyri at fáa økonomi í at framleiða tiðindi og annað tilfar til internetið. Trupulleikin er bara tann at finna ein forætningsmodell soleiðis, at alt, sum fer á netið, ikki er ókeypis.

Eisini varð kjakast um, í hvønn mun avmarkingar skulu gerast fyri public service miðlarnar at fara inn á internetið í kapping við privatu miðlarnar. Bløðini eru sera ónøgd við, at ein almennur miðil, sum fær lisenspengar eisini skal sleppa at leggja seg óavmarkað á netið og harvið vera kappingaravlagandi fyri privatu miðlarnar. Umboð fyri public service stovnarnar harafturímóti halda, at man kann ikki seta forðingar í verk fyri einum náttúrligum útviklingi á netinum, har eitt nú DR heilt náttúrliga vil vera við.

Nógv varð tosað um komandi mediaavtalu, sum skal gerast millum flokkarnar á Fólkatingi. Sum er letur danski staturin 5 mia. kr. til miðlarnar gjøgnum lisens, útberingarstuðul, 0-moms og annan stuðul.

Fólkatingið skal m.a. taka støðu til, hvussu almenni stuðulin til miðlarnar skal býtast og um tað skal vera øðrvísi enn í dag. Eitt nú royna nýggju miðlarnir á netinum at fáa lut í stuðlinum.

Millum luttakararnar á New Media Day vórðu eisini kend donsk miðlafólk sum Martin Krasnik og Tim Frank Andersen. (Á myndini) Í sendingini ?Rásarúmdin? á Rás2 eftir tíðindini í dag klokkan 17 fer Jan Müller at tosa við fleiri donsk miðlafólk hann hitti á ráðstevnuni í Keypmannahavn.

Umframt Miðlahúsið vóru eisini umboð fyri aðrar føroyskar fyritøkur við á ráðstevnuni, teirra millum FT online og Sansir.