- Tann, ið dugir best at handfara fjølmiðlarnar, klárar seg oftast best.
Tað sigur Alan Dalsgarð, miðlafrøðingur, sum metir, at Sambandsflokkurin hevur dugað illa í handfaringina av málinum um Alfred Olsen.
Miðlafrøðingurin vísir á, at óvissan viðvíkjandi Alfred er ein taktiskur brølari frá báðum pørtum.
- Tað er týdningarmikið - serliga í politikki - at hava greiðar útmeldingar óansæð, um hon er negativ ella positiv. Ein politikkari, sum t.d. tekur eina avgerð aftur ella møguliga enntá heldur tær loyniligar fyri fjølmiðlunum, so missir hann trúvirðið, sigur Allan Dalsgarð, sum sipar til avgerðina hjá Sambandsflokkinum tók í gjár, men sum hvørki Alfred Olsen ella Kaj Leo Johannesen vilja koma út við.
- Útmeldingarnar frá Alfred Olsen og Sambandsflokkinum eru tekin um vantandi fjølmiðlastrategi. Sambandsflokkurin ella Alfred átti at sagt veruleikan sum hann var. Eitt ivamál elvir til gitingar í fjølmiðlunum - í hesum føri við tí úrsliti, at bæði Sambandsflokkurin og Alfred Olsen vera til láturs, sigur Allan Dalsgarð
Tjóðveldisflokkurin dugdi væl
Miðlafrøðingurin vísir á, at málið um Karsten Hansen var eitt dømi um góða miðlastrategi.
- Hóast útmeldingin var negativ, so var hon greið. Hann tók eina avgerð og helt fast um hana. Og tað vísir seg nú, at flokkurin ikki misti nakað av orrustuni, heldur tvørtur ímóti, sigur Alan Dalsgarð og vísir á góða úrslitið, sum Tjóðveldisflokkurin fær í nýggju veljarakanningini.
Eitt annað gott dømi er veljarakanningin, sum Tjóðveldisflokkurin í fjør sjálvur lat gera.
- Hóast fleiri settu spurnartekin við trúvirði av kanningini, fekk hon góða umrøðu í fjølmiðlunum. Her var talan um eitt gott mediestunt, sigur Allan Dalsgarð.