Ongantíð áður hevur Arbeiðsloysisskipanin (ALS) goldið so nógvar pengar til arbeiðsleys, sum skipanin gjørdi i fjør.
Í 2007 og 2008 var útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) søguliga lágt, og hesi árini fóru undir 50 milliónir krónur úr ALS-kassanum um árið, men so kom fíggjarkreppan sum eitt ódnarveður yvir vesturheimin. Her heima vóru stórir húsagangir, og arbeiðsloysið vaks munandi eftir stuttari tíð.
Í 2009 rindaði ALS 157 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli, árið eftir vaks útgjaldið upp í 260 milliónir krónur, og í fjør setti útgjaldið met við 308 milliónum krónum.
Minni hall
Stóri vøksturin í útgjaldinum hevði við sær, at ALS í fjør hevði hall á 190 milliónir krónur, og hetta fekk stýrið í ALS at taka stig til at vaksa um inntøkurnar og minka um útreiðslurnar hjá skipanini fyri at tryggja eginognina.
Við ársbyrjan varð inngjaldið til ALS hækkað við 0,25 prosentum, og tað gevur einar 30 milliónir krónur meira í kassan.
Útgjaldið hjá ALS varð samstundis lækkað, so at útgjaldið er farið úr 80 prosentum og niður í 75 prosent av a-inntøkuni, sum ALS-útgjaldið verður roknað eftir. Eisini varð ásett, at í mesta 17.500 krónur kunnu gjaldast út um mánaðin - hetta mark varð annars 20.000 krónur. Hendan lækking ger, at útgjaldið hjá ALS minkar við góðum 30 milliónum krónum.
Við hesum broytingum, men sama arbeiðsloysi sum í fjør hevði hallið hjá ALS verið millum 130 og 140 milliónir krónur í ár. Men tað hevur hjálpt skipanini munandi, at arbeiðsloysið er minkað í ár, og at talið á arbeiðsleysum er minkað við fleiri hundrað fólkum.
ALS roknar við, at hallið í ár verður undir 100 milliónir krónur.
Við ársbyrjan var eginognin hjá ALS 412 milliónir krónur, men í løtuni er hon umleið 350 milliónir krónur.