Metnógvir blóðgevar í Føroyum

Í dag er Altjóða Blóðgevaradagur. Felagið Blóðgevi í Føroyum kann hátíðarhalda henda dagin við stórari gleði, tí ongantíð áður hava so nógvir føroyingar latið blóð.

- Í løtuni eru útivið 2300 fólk, sum lata blóð regluliga, og tað má sigast at vera met, tí ongantíð hava vit havt so nógvar blóðgevar. Tað sigur Rósa Syderbø, forkvinna í felagnum Blóðgevi.

Felagið hevur seinastu árini gjørt nógv burturúr við at fáa nýggjar blóðgevar. Og tað hevur víst seg at riggað.

- Vit hava funnið útav, at fyri at fáa fleiri fólk at geva blóð, so er neyðugt, at vit venda okkum til tey persónliga, tí ofta fáa fólk annars ikki upp í lag at gerast blóðgevar. Tí hava vit verið til ymisk tiltøk, so sum rennidagar og heilsutiltøk, har fólk hava kunnað meldað seg til sum blóðgevar, sigur Rósa Syderbø.

Serliga gleðiligt er, at fleiri ung fólk velja at gerast blóðgevar.

- Vit uppliva, at tað eru alsamt fleiri ung í aldrinum 18 til 25 ár, sum vilja lata blóð. Í løtuni er tað ein rúgva av ungum í Føroyum, ið eru blógevar, sigur Rósa Syderbø.

Hóast felagið fegnast um, at so nógv ung ynskja at lata blóð, vísir hon á, at brúk er fyri enn fleiri.Bæði ungum og vaksnum.

- Ein partur av teimum ungu gerast útisetar, og harvið missa vit tey ofta sum blóðgevar í nøkur ár, sigur Rósa Syderbø. Hon vísir samstundis á, at hóast tey ungu fara uttanlands í lestrarørindum, kunnu tey framvegis vera blóðgevar og lata blóð, tá tey eru heima í eitt nú summar- og páskafrí.

Vanliga verður sagt, at helst fimm prosent av íbúgvunum í einum landi skulu vera blóðgevar, um talið skal vera nøktandi. Mett verður, at umleið fýra prosent av føroyingum eru blóðgevar.