Mest vitjaði mentanarstovnur í Havn byggjast út

Talið á vitjandi veksur ár um ár

Ein tann mest vitjaði mentanarstovnurin í Havn er býarbókasavnið. Ein uppgerð vísir, at í fjør vóru 138.500 fólk á býarbókasavninum.

Hetta er ein vøkstur uppá 16% samanborið við 2014, og tey vænta, at vitjunatalið fer upp á Og 150.000 fólk í ár.

 

Tað er eyðsæð, at talið av brúkarum er vaksið nógv, síðani niðasta hæddin lat dyrnar upp fyri almenninginum, samstundis sum at Býarbókasavnið skipar fyri einum hópi av tiltøkum fyri børnum, umframt at mentanartiltøk, kjakfundir og íverksetaratiltøk eru gerandiskostur.

 

Rættarhjálpin heldur til í Býarbókasavninum, eins og tey lesandi brúka hølini regluliga.

 

Men er tað so trongligt, at ábøtur eru bráðneyðugar, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum.

 

Tí hevur býráðið nú samtykt at byggja Býarbókasavnið út, so at tað fær einar 500 fermetrar afturat.

 

- Tað merkir, at KT-deildin, og Fíggjardeildin hjá Býráðnum flyta niðan í gamla Føroya Banka, og at Býarbókasavnið yvirtekur hesar skrivstovur, sum eru í sama húsi, sigur hgon

 

Forkvinnan sigur, at fleiri møguleikar eru kannaðir, men at niðurstøðan er, at Býarbókasavnið liggur júst har, tað skal liggja, mitt í hjartanum í Havnini.

 

- Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í heildarætlanini at menna miðbýin, og at blása enn meira lív í miðbýin.

 

Tí er ein ein heildarætlan løgd fyri Býarbókasavnið, og nú verður endalig byggiskrá gjørd.

 

- Fyrst verða nýggju hølini yvirtikin, og so verður farið undir bráðneyðugu umvælingarnar, sigur hon.