Álopini í Køln hava fingið týska kanslaran, Angelu Merkel, at neyðugt er við herdum lógum eftir álopini á nógvar kvinnur í Køln nýggjársaftan.
– Tað, sum hendir nýggjársaftan, eru andstyggirlar kriminellar gerðir, sum krevja avgjørdar reaktiónir, sigur konsevativi stjórnarleiðarin, sum í dag er í Mainz fyri at hitta floksleiðsluna hjá Kristiligu Demokratunum í CDU.
– Fólk vilja hava lógarbroytingar, og tað vilja flóttafólkini eisini, sigur Merkel.
Kanslarin sigur, at hon vil skerpa útvísingarreglurnar fyri flóttafólk, sum eru revsað, og at hetta eisini skal galda fyri tey, sum bara hava fingið treytaðar dómar.
– Um eitt flóttafólk brýtur reglarnar, so má tað fáa vleiðingar. Tað merkir, at tey kunnu missa rættin at vera her – líka mikið um tey hava treytaða revsing ella ein fongsulsdóm, sigur kanslairn, sum saman við øðrum CDU-leiðarum í Mainz í dag hevur skrivað undir eina fundarniðurstøðu skepaðar lógarbroytingar.
Á myndini sæst Merkel saman Frank-Walter Steinmeier,uttanríkisráðharra, og
Manuela Schwesig, sum er familjumálaráðharri