Nú eru liðin 17 ár síðan fyrsti Mercedes C kom á marknaðin í 1983. Hann varð framleiddur fram til 1993, tá nýtt modell kom, ið hevur koyrt til í ár.
Eftir at hava arbeitt í fýra ár og gjørt eina íløgu uppá millum 11 og 12 milliardir krónur er ein nýggjur Mercedes C komin, ið verður mettur sum nakað av tí allar besta, sum er komið frá verksmiðjuni í Stuttgart. Við C-klassanum kappast Mercedes við BMW 3-røðina.
Tannstongstýring og bakhjólstrekk
Sjálvt um bilurin minnir um forgangarin, er einki eftir av tí gamla modellinum, sum annars var ein góður bilur.
Bilurin er ikki vaksin uttan, men innan er betri pláss, og viðførisrúmið er størri. Ein onnur broyting er, at endiliga hevur bilurin fingið tannstongstýring, meðan hann enn hevur bakhjólstrekk.
Hann fæst við seks trins gearkassa, ella fimm trins automatiskan Speedtronic gearkassa. Eins og tann størri S-klassin, hevur hesin eisini blinkljós í speglunum.
Classic, Elegance og Avant Garde
Tríggjar útgávur eru at velja ímillum, Classic, Elegance og Avant Garde, og listin yvir útgerðina er næstan óendaligur. Har er nærmast alt, sum hugsast kann. Hann hevur t.d. ABS bremsur, ESP stabilisatorsystem, antispinn, klimaanlegg, dupultar airbag framman, síðuairbag, og window-airbag í báðum síðum, sum verjir høvdið í einum samanstoyti frá síðuni.
Bilurin kann fáast við einari telefon, har eigarin kann trýsta á ein knøtt, um hann hevur trupulleikar við bilinum, ella er úti fyri einum óhappi. Tá fær kundamiðstøðin hjá Mercedes Benz boð og kann koma til hjálpar.
Teir síggja beinanvegin, hvar bilurin er staddur. Um hendan skipan kann brúkast í Føroyum, vita vit ikki enn.
Brake Assist System
Bilurin hevur eina nýggja Brake Assist System (BAS) bremsuskipan, ið virkar soleiðis, at bilurin bremsar hart í fyrstu syftu, tá bremsað verður. Hetta økir munandi um trygdina. Sjey ymiskir bensin- og dieselmotorar eru at velja ímillum. Eisini hevur verksmiðjan gjørt alt fyri at minka um olju- og bensin nýtsluna, samstundis sum dálkingin er so lítil, at motorarnir lúka øll krøv til dálking, sum koma í gildi í 2005.
Mercedes C-klassin er ikki nakar bíligur bilur, men góðskan og trygdin er á høgum støði, og eftirspurningurin er stórur. Næsta ár verður væntandi ein stationvognur við í skránni.
Keldur: Motor Magasinet
og Bilen Motor & Sportacute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.
-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.
Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.
Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.
-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?
-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.
Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.