Mentanarvika: Uppboðssøla við myndlist

Í kvøld klokkan 20 verður møguleiki at ogna sær furkunnuga myndlist í Perluni í Tórsgøtu 3 í Havn, tá Javni skipar fyri uppboðssølu. Sum flestum kunnugt hevur Javni seinastu árini selt álmanakkar. Ein álmanakki var samstundis at rokna sum 12 lutaseðlar. Fyrstu árini vóru vinningarnir myndlist.

Hóast vinnaranumrini hava verið lýst sohvørt á heimasíðu okkara og í bløðunum, so eru 22 málningar, sum ikki eru heintaðir. Við loyvi frá listafólkunum/gevara, hevur Javni nú sett hesar málningar á uppboðssølu.

Myndir av listaverkunum eru at síggja á www.javni.fo

Vit eru gevarunum sera takksom fyri stuðulin.

Listafólkini eru Frits Johannesen, Anita Køtlum Petersen, Hedvig Jóhansdóttir, Eyðun av Reyni, Bjørg Mohr Anderssen, Jóannes Lamhauge, Rannvá Holm Mortensen, Símun Poulsen, Archibald Black, B. Johansen (ókend/ur), Sámal Toftenes, Bárður Jákupsson, Edith Mørkøre, Edward Fuglø, Hansina Iversen, J.B. (ókend/ur), Berit Norðoy, Jóna Rasmussen, Kára Løkin og Eyvindur Mohr.

Myndaframsýning letur upp klokkan 13.

Ágóðin av uppboðssøluni fer óskerdur til arbeiði hjá Javna at bøta um viðurskiftini hjá fólki við menningartarni í Føroyum.