So eru Mentanardagar aftur á skránni í Fuglafirði, eins og stóra Harmonikutreffið dagarnar 28.- 30. august.
Mentanardagarnir plaga at vera sera væl vitjaðir, og tiltøkini eru sera ymisk. Summi eru blivin afturvendandi, tí undirtøkan fyri teimum hevur verið so ómetaliga góð, og so eru tey eitt sindur serlig fyri okkum herí Fuglafirði, siga fyrireikarar í tíðinfaskrivi.
T.d. er Regnskjólagøtan eitt sera hugnaligt tiltak, sum hevur verið nøkur ár. Grill-slupptúrar við Johonnu TG 326 og konsertir í svimjihøllini eru eisini tiltøk, sum eru væl vitjaði og serstøk. Í ár spæla Budam og Guðrun & Bartal í svimjihøllini leygarkvøldið. Av øðrum spennandi konsertum kann nevnast at Eivør spælir við bólki sunnukvøldið, har Marius hitar upp og fríggjakvøld er ein stór konsert við Johan Solo, Ranchus og Røkkvi, verður m.a.sagt í tíðindaskrivi.
Við tað at Harmonikutreffið liggur sama vikuskifti, fyllir harmonikutónleikurin eisini nógv. Harmonikutreff var fyrstu ferð í fjør, og var hetta eitt væleydnað tiltak, sum verður aftur í ár, í samstarvi við Harmonikufelag Føroya. Tey hava fingið fatur á nøkrum av teimum dugnaligastu, kendastu og best umtóktu harmonikutleikarunum í Norðurdlondum, m.a. Brix & Bækgaard, Odd Arne Halaas og Sveriges Cultband.
Skrá sæst á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommuni.