Ein miðvís gjøgnumgongd av fjølmiðlum í fleiri londum vísir ein grundleggjandi skeivleika í, hvussu ofta kvinnur eru umboðaðar, og hvat tær verða brúktar til.
Menn tosa, grundgeva og greiða frá. Kvinnu tosa, minnast, kenna, taka ímóti, sita og grína. Menn eru búskaparførðingar og taka politiskar avgerðr. Kvinnur eru tær, sum verða ávirkaðar av politisku avgerðunum og búskaparligu avgerðunum. Og í miðal eru tað tveir triðingar menn og ein triðingur kvinnur. Ikki í heiminum, men í hugaheiminum hjá fjølmiðlunum.
Soleiðis er niðurstøðan hjá svenska datagreinaranum, Max Berggren, sum arbeiðir fyri blaðið Dagens Nyheder og sum hevur gjørt ein robot, sum kann skanna og greina rættiliga stórar mongdir av miðlatekstum fyri at kanna umboðanina av báðum kynum. Seinastu tvey árini hevur »javnstøðurobotturin« á henda hátt dagliga kannað netmiðlar í sjey londum, og úrlitið er, at kvinnur faá ein triðing av allari umtalu og endurgeving, meðan menn fáa tveir triðingar.
Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Sambært Max Berggren er rákið tað sama í donskum, svenskum, norskum, finskum, týskum, bretskum og amerikonskum miðlum.
»Eg eri farin at máta, tí eg vil eftirkanna pástandinum um, at tað er skeiv umboðan í fjølmiðlunum. Tað veit eg nú, at tað er, tá vit kanna miðlatekstir, sum eru tøkir á internetinum. Samstundis hava vit eisini brúk fyri at kanna, hvussu ávikavist menn og kvinnur verða framsett. Ofta er tað maðurin, sum er aktivt handalandi, meðan kvinnan er tann, sum er offur ella greiðir frá um børn síni« sigur Max Berggren.
Tað síðsta vísir til eina kanning, sum hann almannakunngjørdi í vár, har hann kannaði, hvørji sagnorð løgdu seg til ávikavist kallkyns- og kvennkynsfornøvn og persónnøvn.
Tilsamans 13 danskir miðlar verða máldir av »javnstøðurobottinum«, og teir síðstu mánaðirnar er tað fleiri ferðir eydnast netútgávuni hjá Kristeligt Dagblad at verða ovast á listanum við umleið 50 prosent kvinnuuboðan. Í samlaðu myndini eru tað tó netútgávurnar hjá TV2 og Søndagsavisen, sum eru á odda. Samlaða kvinnuumboðanin hjá Kristeligt Dagblad liggur bara nøkur prosent oman fyri vanliga triðingi, meðan aðrir danskir miðlar liggja eitt sindur lægri.
Rikke Andersen er prosfessari við Roskilde Universitet og hevur granskað í keldunýtsluni hjá miðlunum. Hon sigur, at tá granskarar kortleggja býtið av monnum og kvinnum, er úrslitið nøkulunda tað saman sum hjá svenska robottinum.
»Býti av kvinnum liggum støðugt á umleið 30 prosentum, og tað mest undrunarverda er kanska, at tað stórt sæð eingin broyting hevur verið síðani í 1990'unum, hóast nógvir fjølmiðlar siga seg fegnar vilja økja um lutin hjá kvinnum. Men tað hevur eyðsæð ikki verið so týdningarmikið, at tíðindaleiðslurnar hava gjørt nógv við tað«, sigur hon.
Les alla søguna í Kristeligt Dagblad ella á k.dk
kristeligt-dagblad.dk/danmark/maend-sidder-paa-tredjedele-af-mediebilledet