Mel Gibson lagdur undir jødahatur

Mel Gibson hevur gjørt ein film um teir seinastu tímarnar hjá Jesusi. Jødiskir leiðarar vilja vera við, at filmurin osar av jødahatri

FILMSLIST
Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Um fjúrtan dagar verður nýggi filmurin hjá Mel Gibson »The Passion« frumsýndur í USA. Filmurin snýr seg um tólv teir seinastu tímarnar hjá Jesusi.
Higartil hava bara innboðin sæð filmin, teirra millum Marvin Hier, sum starvast á Simon Wiesenthal-stovninum. Við sjónvarpið CNN sigur hann, at filmurin gevur eina sera einsháttaða og dapra mynd av jødunum. Teir eru sleiskir, óndir og svíkjarar. Marvin Hier sigur við CNN, at soleiðis sum hann skilir filmin, fáa jødarnir skyldina av, at Jesus varð krossfestur.
Formaðurin í katólsku samgonguni, Bill Donahue, hevur eina heilt aðra uppfatan av filminum. Hann heldur als ikki, at filmurin ber bráð av hatri ímóti jødum.
Onnur, sum hava sæð nýggja filmin hjá Mel Gibson, siga hann vera sterkan og sera hugtakandi.