Meiriluti fyri grundlógini

Ein meiriluti av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í Egyptalandi í gjár, tóku undir við uppskotinum um nýggja grundlóg. Tað siga umboð fyri bæði viðhaldsfólk og mótstøðufólk við tíðindastovurnar.

Ein talsmaður fyri andstøðuna sigur við Reuters, at tað er líkt til, at islamistarnir vunnu valumfarið í gjár. Muslimski Bróðurskapurin, sum styðjar uppskotið, vil vera við, at 56,5 prosent av teimum, sum atkvøddu í gjár, tóku undir við uppskotinum. Eygleiðarar í Kairo siga, at munurin var minni, enn tey flestu høvdu væntað.

Í gjár vóru tað veljarar í Kairo, Alexandria og átta øðrum økjum, sum kundu atkvøða um grundlógaruppskotið. Næsta leygardag verður fólkaatkvøða í hinum partinum av landinum.