Meiri makrelur enn í fjør

Síðani tann 20. juli hevur íslendska havrannsóknarskipið Árni Friðríksson kannað, hvussu víða makrelur er at finna í íslendskum sjógvi. Sambært íslendskum fjølmiðlum hava kanningarnar longu nú víst, at tað er meiri makrelur í ár enn í fjør.

Fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson, sum stendur fyri makrelkanningunum, sigur við Fiskifréttir, at teir hava sæð makrel nógvastaðni. Hann nevnir, at vestanfyri stóð makrelurin næstan vestur ímóti miðlinjuni millum Ísland og Grønland.

-Tað vísir seg, at makrelurin er at síggja á einum størri øki enn í teimum tilsvarandi kanningunum í fjør, og vit síggja hann longri út frá landi nú enn í fjør, sigur Sveinn Sveinbjörnsson.

Íslendska makrelkanningin endar tann 13. august.