Meira undirhald í høllina

Tá Team Klaksvík í dag spælir fyrsta heimadystin hetta kappingarárið, fer Jens Marni Hansen at framføra í hálvleikinum

Hetta er ein liður í at skapa meira undirhald kring heimadystirnar, og í Klaksvík siga tey, at tey við hesum vóna at toga munandi fleiri áskoðarar í høllina, tá dystir verða spældir.

Enn er ikki greitt, hvørji tiltøk verða kring vøllin til komandi heimadystir, men sum skilst ætlar felagið, at áskoðararnir til hvønn heimadyst skulu fáa enn meira undirhald enn tað, sum sjálvur hondbólturin hevur at bjóða.

Dysturin hjá Team Klaksvík er ímóti StÍF, og byrjar hann klokkan 18.00.