Tað verður alt annað enn lætt at umsita fiskivinnumál í Tinganesi. Tað ásannar fólkafloksmaðurin Jacob Vestergaard, sum beint nú er við at finna seg til rættis í tí nýggja sessinum sum landstýrismaður við fiskivinnumálum. Og hóast hann ikki hevur hug at greiða frá út í æsir, hvussu hann ætlar at raðfesta sítt arbeiði, so er tað tó greitt, at tær broytingar, sum undangongumaður hansara, Torbjørn Jacobsen, hevði ætlanir um at seta í verk, neyvan verða gjørdar nú. Líkt er tí til, at fiskivinnan skal vænta nýtt tjak um fiskidagarnar:
- Vit noyðast at fremja justeringar, men hvussu umfatandi hesar verða, tað fari eg ikki at siga nakað um nú. Men sjálvandi er tað átroðkandi, at veiðutrýstið verður sett so rætt sum gjørligt. Fyrst av øllum ætli eg mær at opna dyrnar fyri samskifti og dialogi við fiskivinnuna, sigur Jacob Vestergaard, sum tó ásannar, at arbeiðið við fiskidøgunum uttan iva fer at fylla ein stóran part av arbeiðsdøgunum.
Fleiri onnur mál troðka seg eisini framat - nøkur týdningarmiklari enn onnur:
- Vit skulu hava greiðu á, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 2018, tá ið núverandi loyvi ganga út. Millum annað skulu vit avgerða, hvønn leiklut útlendskur kapitalur skal hava í fiskivinnuni, sigur nýggi landstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum tó peikar á, at nógv av hesum arbeiði skal gerast av einari skipanarnevnd.
Dialogur fram um alt
Hóast hann av taktiskum orsøkum hevur valt at verða fámæltur frá byrjan, so leggur hann dent á, at áhaldandi og tættur dialogur millum fiskivinnuna og politiska myndugleikan er eitt av amboðunum, hann hevur sett sær fyri at nýta.
- Vinnan hevur saknað dialog, og tí skal Fiskimálaráðið verða munandi meira opið enn higartil. Hetta hevur eisini týdning í einari tíð, har i vinnan ikki er samd um, hvørja kós vit skulu velja, eitt nú við fiskidøgunum, sigur Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard sat sum landsstýrismaður í innlendismálum frá desember 2005 til november 2007, og hevur havt sætið á Tingið síðani januar í ár. Hann er útbúgvin, og hevur verið borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, og var eisini formaður í Føroya Kommunufelag frá 2001 til 2003.