Hugsa vit aftureftir, so hevur eldraøkið og íbúðarstøðan hjá eldri fólki verið á skránni fjórðahvørt ár í minniliga tíð.
Býráðspolitikkarar hava tað aftur á skránni nú. Trúgva vit teimum hesaferð?
Fyrr í ár vóru kunningarfundir í Læraraskúlahøllini. Annar var um eldraøkið, har politikkarar og borgarstjórar greiddu frá avbjóðingum og nýhugsanum.
Hin var ‘Rebellen fra Langeland’, sum vísti á øðrvísi arbeiði við ‘klientum’, í hansara føri misnýtarum, og har hann setti spurnartekin við okkara máta sum almenni myndugleiki, at skipa viðurskifti uppá.
Báðir dagarnir vóru so sera gevandi, og eg hevði ynskt nógv fleiri áhoyrarar. Haldi ikki høllin var meira enn knapt hálvfull.
--
Og hvat sigur hetta?
Ella er hetta júst tað, júst trupulleikin og júst avbjóðingin?
At vit skulu hava meira enn hálvfullar hallir, meira enn hálvar hjartasakir, meira enn hálva drívmegi í fólkinum? Kundi verið tekin um tað.
Hvat kann t.d. fáa veitarar, byggiharrar og fíggjarstovnar at kasta seg yvir eldraøkið og seta hóskandi bústaðartilboð á dagsskrá? Vit síggja hvussu nógv longri tey eru komin í londunum rundanum okkum – og hvussu hugnaliga fleiri eldri búgva, við stuttari frástøðu til alt tað neyðuga sum buss-samband og handilslív.
Tað má kunna bera til hjá okkum eisini.
Við vón um ábyrgd, eldhuga og nýhugsan og við vón um forrætning og samstarv, har tørvurin er størstur.
Og við vón um, at vit øll taka uppgávuna til okkara.
BERGUNKASS
Valevni fyri Framsókn