Tað er í allar mátar meiningsleyst at hækka hámarksferðina fyri at koyra í Føroyum, upp í 90 kilometrar um tíman.
Tað heldur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Ein gallupkanning, Ráðið hevur gjørt, vísir, at tað eru bara enn ein triðingur av bilførarunum, sum halda seg undir ferðmarkinum og at tey flestu liggja um 90 kilometrar um tíman.
Hetta taka summi sum eitt tekin um, at hámarksferðin eigur at verða hækkað upp í 90 kilometrar um tíman – eisini fyri at sleppa undan at gera meginpartin av bilførarunum í Føroyum til lógbrótarar.
Men tað mælir Brynhild Høgndóttir staðiliga frá.
Hon vísir á, attað er nettupp ferð, sum er tann vanligasta orsøk til tær álvarsligastu vanlukkurnar í ferðsluni, og verður hámarksferðin hækkað, er ógvuliga sannlíkt, at tað fer at føra til fleiri álvarsligar vanlukkur. Vóru tað hinvegin allir bilarnir, sum hildu seg undir hámarksferðini, munandi færri vanlukkur.
Tað ljóðar kanska ikki av tí nógva at hækka hámarksferðina upp í 90 kilometrar um tíman.
Men Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at munurin er ógvuliga stórur. Ein samanstoytur við 80 kilometrum um tíman er nevniliga á markinum fyri tað, kroppurin tolir, tí tá er stórur vandi fyri at gøgn, æðrar og annað fáa lívshættisligan skaða.
- Renna tveir bilar, sum koyra 80 kilometrar, saman, gron í gron, er vandin fyri at doyggja av løstinum, 30 prosent. Men koyra teir 90 kilometrar um tíman, er vandin fyri at doyggja, vaksin heilt upp í 70 prosent.
Stjórin fyri Ferðslutrygd sigur, at tað er longu við eini ferð upp á 70 kilometrar um tíman, at vandi fyri at deyðsvandin í ferðsluni veksur munandi. Men hon ásannar, at tað er veruleikafjart at tosa um at lækka hámarksferðina, so tað fer Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki at gera.
- Men hinvegin er tað ikki uppá nakran máta ráðiligt at hækka hámarksferðina upp í 90 kilometrar um tíman, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hon staðfestur, at nú hámarksferðin er 80, eru tað nógvir bilførarar, sum koyra eitt sindur skjótari. Og tað er hugsandi, at verður ferðin sett upp í 90, fara bilførarar bara at koyra eitt sindur skjótari.
Hon sigur, at harafturat er landslagið í Føroyum soleiðis háttað, at tað eru ógvuliga fá vegastrekki í Føroyum, har talan kann verð um at koyra 90. Landsverk hevur eisini víst á at sving og hall á vegunum er heldur ikki gjørt til eina ferð, sum er hægri enn 80.
Men skal autoverju ímillum báðar vegbreytirnar, og onnur neyðug trygdartiltøk setast í verk, fer tað at kosta hundraðtals milliónir krónur.
- Og tað kann ikki upp á nakran máta forsvarast, at brúka so stórar upphæddir, og økja um so nógv um vandan fyri álvarsligar vanlukkur, fyri at gera tað nakrar heilt fáar minuttir at koyra ímillum Klaksvík og Havnina, sigur stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Landsverk hevur víst á, at koyrir tú 90 kilometrar um tíman, heldur enn 80, sparir tú fimm sekund fyri hvønn kilimetur, tú koyrir, tað er alt.