Tá Meinhardt Joensen og KÍ-spælararnir fara at líta aftur á dystirnir ímóti TB við Stórá í Trongisvági hetta kappingarárið verður tað við einum løgnum smakki í munninum.
Bæði 1. mars og 16. august varð KÍ á sigurskós við einari 1-0 leiðslu, og í báðum dystum javnaði TB til 1-1 við einum sjálvmáli, sum skaffaði TB tveir javnleikir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Meinhardt Joensen, KÍ-málverja greiða frá samskiftisbristinum millum hann og Sørmund Kalsø, sum førdi til, at TB javnaði. Meinhardt slær fast, at hetta sjálvmálið er eitt nógv størri vónbrot enn sjálvmálið 1. mars, tá talan varð um nógv meiri tilvildarligar umstøður.