Tað drúgva orðaskiftið í Føroyum um moral og ómoral innan kirkjugátt hevur nú eisini spjatt seg út um landoddarnar. Eg skal ikki siga, at vit útisetar hava fingið marruna av okkara skriftlærdu landsmonnum - men nú eina náttina droymdi eg ein margháttligan, ja næstan symbolskan dreym:
Eg droymdi, at eg stóð og eygleiddi Perluportrið í tí Harrans ári 2080. Ein føroyskur kvinnuligur prestur bankar uppá og vil sleppa innum. Sankta Pætur letur varisliga upp, setir fremstafingur fyri munnin og leggur henni eina við, at hon má ikki klúgva í tvey. Hon smoyggir sær innum, og tey sníkja seg eftir einari langari gongd. Tey koma framvið einari hurð, og innanfyri
hoyrast deilandi mannfólkarøddir.
- Tú Sankta Pætur, teskar tann kvinnuligi presturin, hvør er harinni, og hví teska vit?
- Sshhh, teskar Sankta Pætur, hatta er salurin hjá Olofsson og teimum.
Teir halda, at teir eru einsamallir heruppi.
Heri Eysturlíð
kirkjutónleikari, Stockholmttp://www.hotmail.com