Súsanna Dam
Vit tiga og samtykkja, góðtaka umberingar um væntandi umstøður og arbeiðsorku.
Teir kundu ikki gera við tað, heimast=FDrislógin gjørdi tað.Teir vistu einki, sóu einki, dugdu einki, og tey, sum skuldu, tordu ikki.
At vísa seg, tora tey, sum skulu, heldur ikki í dag. Her er einki broytt. Alt sleppur ótarnað framvið. Tey blindu stiðja tey lamnu fram í eina n=FDggja kreppu, antin so ella so. Ábyrgdarhavandi sleppa undan at taka ábyrgd, tí tað er tað lættasta, ja líka lætt sum at spæla V4.
Um dagarnar gongur tosið um landið alt, at ein tingmaður hevur gjørt ein sera gevandi húsahandil við sína heimakommunu, og øll vita um heimildarloysi ikki bert í 80?unum men upp til hendan dag. Spell at pressan er deyð, um hon so nakrantíð hevur livað.
Tá tingið - í framkomnum londum - ikki sjálvt virðir sína tign, so syrgir pressan á staðnum fyri at hetta verður so. Her hjá okkum liva vit framvegis best við einki at hoyra og einki at síggja, meðan vit skunda okkum framvið.
C & G bankin í Danmark fór á heysin í 1987. Eftir seks ára kanningar fall dómur yvir stjórar og ábyrgdarhavandi, og teir fingu sín dóm við viðmerking um, at bankin hevði havt eina sera ódugnaliga leiðslu, sum heldur ikki dugdi at handla við valuta. Reiðarar og polittikarar vórðu hvørki kannaðir ella dømdir í hesi sakini, tí einans bankaleiðslurnar ábyrgdast bankaraksturin.
Her hava vit enn ikki spurt um bankalógin varð brotin, ella hvussu var við valutalógini. Slíkt tíma vit ikki at vita, vit gjalda bara kostnaðin og skunda okkum framvið, tað er eisini líka lætt sum V4..










