Í meðal fara 350 bilar at koyra aftur og fram undir Vestmannasund um samdøgrið. Hetta er metingin hjá leiðsluni fyri P/F Vágatunnilin, ið sostætt hevur nýtt 350 bilar sum ein grundleggjandi faktor í útrokningunum, tá prísurin er ásettur. Síðan talið 350 fyrstu ferð varð havt á munni, hevur verið dúgliga kjakast um, hvørt talið er á eini leið ella heilt við síðuna av. Eisini hevur verið spurt, hvørjar metingar leiðslan í P/F Vágatunnilin byggir sína meting á.
Í øllum kjakinum og øllum metingum, ið eru gjørdar frammanundan, undrast stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall á, hví Strandferðslan, sum í dag hevur til uppgávu at flyta bilar um Vestmannasund, ongantíð er biðin um nøkur fesk tøl, ið kanska kunnu siga eitt sindur um støðuna.
- Eg má siga, at tað undrar meg ikki sørt, at leiðslan fyri P/F Vágatunnilin als ikki hevur spurt okkum eftir nøkrum tølum fyri ferðsluna um sundið, sigur Reidar Nónfjall, ið metur atburðin hjá P/F Vágatunnlinum mest minna um stórlæti, arrogansu.
337 bilar um dagin
Strandferðslan førir neyv tøl yvir, hvussu nógvar bilar og hvussu nógv ferðafólk, ið skipini hjá stovninum flyta millum oyggjarnar. Tølini verða skrásett fyri hvønn einstakan túr, bæðí í samband við innkrevjingina, og av tí at trygdarkrøvini áseta hetta. Uppgerðin yvir ferðsluna um Vestmannasund vísir, at higartil í ár hevur Ternan flutt yvir 98.000 bilar um sundið, aftur og fram. Í meðal gevur hetta 337 bilar um dagin. Her má havast í huga, at frá 18.apríl til 15.maj var verkfall, og tá sigldu skipini hjá Strandferðsluni ikki. Lakasti mánaðurin var februar, tá Strandferðslan flutti í meðal 248 bilar aftur og fram um Vestmannasund um dagin. Mesta ferðslan var í juli, tá Starndferðslan flutti 435 bilar aftur og fram um sundið um dagin. Tølini fevna sjálvsagt bara um bilarnar, ið pláss var fyri umborð á Ternuni, og ikki teir bilar, ið stóðu eftir á bryggjuni.
Hvat ferðafólkatalið viðvíkur vísa uppgerðir hjá Strandferðsluni, at higartil í ár hevur stovnurin flutt 318.000 ferðafólk um Vestmannasund.









