Tað var tann 9. november í 1944, at Martin fór í læru sum prentari. Hann lærdi í fimm ár og tók síðani sveinaprógv í Danmark. Tá arbeiddi hann eisini nakrar mánaðir niðri, men kom heimaftur til prentsmiðjuna mitt í Havnini at arbeiða og hevur arbeitt har síðani.
Seinastu 9 árini hevur Martin Thomsen verið einsamallur á prentsmiðjuni hjá Gamla Bókahandli, men tey, sum arbeiða í handlinum, hava bara gott at bera honum. Martin er altíð til tíðina, ja, tað ber til at seta klokkuna eftir honum, og hann er bæði fyrikomandi og hjálpsamur. Tá ið tey í handlinum hava brúk fyri eini hjálpandi hond at skera onkur pappír til, so leggur Martin alt til síðis og ger tað beinanveg ? tað skal einki bíða eftir honum.
Martin er ættaður úr Gøtu, men hevur síðani lærutíðina búð í Havn. Hann er sonur Sámal Jákup við Gil, og mamman Birgitta var úr Barbustovu. Martin er giftur við Ragnu, sum er ættað úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur ? Biritu, Petru og Hildigunn.
Týsdagin 9. november ? á sjálvum 60 ára starvsdegnum ? verður móttøka í Gamla Bókahandli fyri Martini Thomsen. Móttøkan verður frá klokkan 13.00.