Marknaðurin hevur álit á Bakkafrost

Partabrøvini hjá Bakkafrost hækkaðu í virði eftir at roknskapurin varð lagdur fram í morgun.

Bakkafrost legði í morgun ársroknskapin fyri 2015 fram og góða úrslitið er væl móttikið á virðisbrævamarknaðinum. Í dag er virðið á partarbrøvunum hækkað við 5,58 prosentstigum, úr 303 krónum, tá keypsskálin í Oslo lat upp, til 312,30 krónur, tá hann lat aftur seinnapartin. Tað er ein hækking á 12,70 krónur. Tá virðið var upp á tað hægsta, vóru partabrøvini seld fyri 314,90 krónur.

 

Ársroknskapurin hjá Bakkafrosti vísti eitt yvirskot á 810 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið var beint yvir eina milliard. Úrslitið eftir skatt var 163 milliónir krónur betri enn í fjør. Felagið gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í fjør. 

 

- Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit vegna góða lívfrøðiliga gongd og góðan marknað. Saman við góðum úrslitinum á liðugvøruvirkjunum og góðu gongdini á Havsbrún, legði hetta grundarlag undir einum met rakstrarúrsliti á eina milliard krónur fyri 2015, sigur Regin jacobsen, stjóri í Bakkafrost.