Marknaður fyri fiskavøru í Ísrael

– Har er ein marknaður fyri fiskavøru, sum vit í Føroyum hava nógv av, sigur John Rajani, nýggi sendimaður Føroya í Ísrael

–  Uppgávan at byrja eina sendistovu er avbjóðandi og spennandi, og at kunna menna samstarv millum Føroyar og Ísrael á tí vinnuliga og mentanarliga økinum og at kunna byggja nakað upp er ein stór og spennandi avbjóðing, sigur John Rajani, sum er settur í starvið sum sendifólk á Sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael frá 1. desember  2020 at rokna.

– Ísrael er eitt ríkt land í miðeystri, har búgva níggju milliónir, og til dømis útflytir Noregi umleið tað, sum svarar til 40.000 tons av kruvdum laksi til Ísrael. Tað svarar til helvtina av laksinum, sum vit framleiða í Føroyum, so har er ein marknaður fyri fiskavøru, sum vit í Føroyum hava nógv av, sigur John Rajani millum annað í Degi og Viku í kvøld.

– Eitt sendifólk hevur atgongd til stovnar, fyritøkur og myndugleikar og kann skapa netverk, sigur hann. 

John Rajani var sendimaður í London frá 2002 til 2005, og hann var við til at byggja sendistovuna í London upp.