Broytingarnar í sernámsfrøðiliga virkseminum í Føroyum, nú alt virksemið er lagt undir eitt á Sernámsdeplinum, hava eftir øllum at døma ikki verið lættar fyri allar partar, ið starvast á økinum. Lærarar á Sernámsdeplinum hava gjørt eina frágreiðing um støðuna á stovninum, har teir eitt nú siga, at leiðslan arbeiðir við at avtaka stovnin sum skúla og viðgerðarstovn. Ístaðin skal Sernámsdepilin bert ráðgeva, og avleiðingarnar av hesum, siga lærararnir í frágreiðingini, eru, at børn, ið veruliga hava tørv á viðgerð og hjálp, verða slept uppá fjall.
Stjórin á Sernámsdeplinum, Marita Petersen, vísir aftur, at ætlanin er at leggja skúlan niður.
- Á skúlanum eru 35 næmingar og eftir summarfrítíðina verða teir 40 í tali, sama tal, sum fyri teimum árum síðani. Á stovninum eru ráðgevarar og sálarfrøðingar. Hesir seinnu bæði kanna, ráðgeva og viðgera. Tað er ikki rætt, at barnagarðurin er niðurlagdur, men virksemið í smábarnadeildini er lagt nakað um. Eini fimtan børn um dagin ganga til taluundirvísing hjá talulærarum umframt, at fleiri hundrað børn úr øllum landinum koma til eygleiðing. Her eru nógv fólk, sum gera eitt gott arbeiði og sum eru undir einum stórum arbeiðstrýsti, serliga tey, ið hava við allar Føroyar at gera, sigur Marita Petersen.
Skúlin fyri øll
Í Fólkaskúlalógini, ið kom í gildi í 1979, varð ásett, at øll føroysk børn hava rætt til at ganga í teirra heimliga skúla uttan mun til, hvønn trupulleika tey hava. Tað er orsøkin til, at talið av næmingum, ið ganga á Sernámsdeplinum, er minkað, sigur Marita Petersen.
- Hugburðurin hjá foreldrum og lærarum er, at børnini hava tað best heima. Eingi foreldur senda av góðum huga børn síni burtur, tá ið tey eru lítil.
Í frágreiðingini hjá lærarunum á Sernámsdeplinum verður sagt, at vanligir lærarar hvørki hava neyðugu royndirnar ella umstøðurnar at taka sær av børnum við serligum tørvi.
- Eg veit ikki, hvørji børn lærararnir sipa til. Tað er skeivt, at børn við serligum tørvi ikki fáa hjálp í undirvísingarverkinum. Kanska fáa tey ikki nóg góða hjálp, men orkan er jú avmarkað. Sernámsdepilin hevur ábyrgdina av øllum børnum, ið eru brekað ella hava ein serligan tørv, uttan mun til, um tey eru á Sernámsdeplinum ella úti í skúlaverkinum. Hvørja ferð vit fáa eina umsókn um at innskriva eitt barn inn í skúlan á Sernámsdeplinum, hyggja vit at nøkrum ávísum viðurskiftum, til dømis, hvussu gamalt barnið er. Er barnið ov ungt og noyðist at flyta heimanifrá at ganga í skúla á Sernámsdeplinum, mæla vit til, at tað bíðar til tað er 13-14 ár. Tað eru kortini altíð foreldrini, ið taka avgerðina. Í løtuni eru børn úr øllum Føroyum í skúlanum, sigur Marita Petersen.
Deyvu børnini, ið hildu til á Sernámsdeplinum, eru farin í Venjingarskúlan at ganga eftir ynski frá teim deyvu, men tey eru framvegis innskrivað á Sernámsdeplinum. Hesi børnini, ið eru fimm í tali.
- Fólkaskúlalógin sigur annars, at undirvísingin av deyvum børnum kann miðsavnast, men vit halda at tað hevur týdning fyri tey at vera millum onnur børn. Foreldur og børn eru glað fyri hetta, og mín varhugi er eisini, at lærararnir eru glaðir fyri hetta. Í framtíðini er ætlanin, at deyv børn verða innskrivað í vanligan fólkaskúla, sigur Marita Petersen.
Børnini eru knýtt til vanligar flokkar, ið tey eru saman við nakrar tímar. Annars verða tey undirvíst á teknmáli.
Lítil orka til umsiting
Stjórin á Sernámsdeplinum vísir somuleiðis aftur, at umsitingin á stovninum veksur og at skúlastovurnar verða tiknar til skrivstovur.
- Trýstið á stovnin er so mikið stórt, at ov lítil tíð og orka verða brúkt til umsiting. Eingi høli, sum kundu verið brúkt til næmingar, verða brúkt til annað, sigur Marita Petersen.
At starvsfólk á stovninum gera ein frágreiðing sum hesa, er væl tekin um, at samskiftið á stovninum ikki er gott?
- Frágreiðingin gevur ikki eina serliga góða mynd av stovninum úteftir. Tað er ógvuliga óheppið og harmiligt, at hetta er komið út. Tað spjaðir starvsfólkini. Tað átti verið soleiðis, at hesi viðurskifti verða viðgjørd innanhýsis á stovninum. Vit hava skipað fyri skeiðum fyri starvsfólkum um samstarv, men tað er ringt at skifta yvir til eina nýggja skipan, tá ið tú hevur arbeitt undir eini gamlari, sigur Marita Petersen.
Og tað er sambært Maritu Petersen her trupulleikarnir botna.
- Tvístøðan á stovninum er eitt stríð millum gamalt og nýtt. Trupulleikar vóru longu, áðrenn samanleggingina av sernámsfrøðiliga virkseminum í fólkaskúlanum og á Skúlanum á Trøðni. Hesi nógvu síðstu árini hevur verið arbeitt við at javna tað út, og endaliga stigið var tikið í 1997, tá ið avgjørt var at leggja virksemið undir eitt.
- Burtur úr frágreiðingini hjá lærarunum sæst, at lærararáðið á Sernámsdeplinum er ímóti samanleggingini. Sjálvt lærararáðið er ein trupulleiki, tí bert partur av starvsfólkunum á stovnunum eru við.
Frágreiðingin hjá lærarunum á Sernámsdeplinum er send myndugleikum og stovnum, eitt nú landsstýrismanninum, ið hevur ábyrgdina av stovninum. Stjórin á Sernámsdeplinum hevur skrivað landsstýrismanninum bræv um málið. Í brævinum greiðir Marita Petersen landsstýrismanninum frá arbeiðssetninginum hjá stovninum.
- Til eg fái onnur boð, arbeiði eg eftir avgerðini, ið varð tikin á heysti í 1997 um virksemið hjá stovninum. Men tað hevur týdning fyri meg at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin sigur um málið, nú lærarar ikki vilja góðtaka broytingarnar, ið eru farnar fram, sigur Marita Petersen at enda.
Myndatekstur: Á heysti í 1997 gjørdi tásitandi landsstýrismaður í undirvísingarmálum av, at frá 1. jan. í 1998 skuldi alt sernámsfrøðiligt virksemi í undirvísingarverkinum skipast í eina fyrisitingarliga- og fíggjarliga eind, ið eitur Sernámsdepilin. Í sambandi við tað, varð játtanin til sernámsfrøðiliga virksemið í undirvísingarverkinum eisini broytt til játtan undir heitinum Sernámsdepilin. Við øðrum orðum er sernámsfrøðiliga ráðgevingin, ið var á Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni, løgd undir Sernámsdepilin. Virksemið er heimilað í fólkaskúlalógini, og Sernámsdepilin umsitir somuleiðis játtanina til sernámsfrøðiliga virksemið, sum fer fram uttan fyri sjálvan depilin.