Marghøllin karmur um nógvar venjingarlegur

Marghøllin í Vági hevur skapt nakrar nýggjar karmar í Føroyum, og hetta fær ítróttarfeløg norðanfjørðs at leita sær suður á venjingarlegu.

Jens Petur Brattalíð, deildarleiðari fyri hallarøkið hjá Vágs Kommunu, sigur, at í fjør vóru til dømis fleiri av liðunum í Betri-deildini hjá monnum á venjingarlegu í Vági undan kappingarbyrjan, og soleiðis verður eisini í ár.

- Vit vita við vissu, at minst trý av liðunum í bestu mansdeildini koma suður nú næstu tíðina á venjingarlegu. So venja tey í Marghøllini, og samstundis fáa tey atgongd til Pálshøll, har tey kunnu svimja ella venja fitness, alt eftir hvat tey hava hug til, sigur Jens Petur Brattalíð.

Hann greiðir frá, at Marghøllin bjóðar sær til eisini at útvega bæði mat og gisting til feløgini, sum koma suður, og tey flestu taka av hesum møguleika.

- So royna vit eisini at gera tað so, at teir veitarar innan matstovuvirksemi, sum vit hava her suðuri, allir fáa ein part av køkuni, og tað plagar at rigga væl. Eg haldi eisini, at feløgini halda tað vera ein lætta, tá ið tey kunnu ringja suður til ein persón, sum so kann fyrirreika tað mesta av tí praktiska í sambandi við eina slíka venjingarlegu, sigur deildarleiðarin á hallarøkinum hjá Vágs Kommunu.