Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona hevur hótt við at fara frá, sum argentinskur landsliðsvenjari, tí honum er ikki játtað at fáa tann hjálparvenjarin, sum hann hevur ynskt sær. Diego Maradona hevur ynskt, at Oscar Ruggeri gerst hjálparvenjari hjá argentinska landsliðnum.
Argentinska fótbóltssambandið, AFA noktar kortini at seta Oscar Ruggeri, sum hjálparvenjara, og tað hevur fingið Maradona at hótta við at fara frá. Men nú hevur Maradona trekt í land: - Eg hevði gjarna vilja havt Ruggeri við mína lið, men eg fari ikki at siga starvið frá mær, um hetta ikki letur seg gera. Sigur Maradona við argentinskar fjølmiðlar.
Forsetin í argentinska fótbóltssambandinum, Julio Grondona segði fyri stuttum, at argentinski landsliðsspælarin, superstjørnan hjá FC Barcelona, Lionel Messi er betri sum 21 ára gamal, enn Maradona varð, tá Maradona var 21 ára gamal.
Til hetta sigur Diego Maradona: - Tá eg eri saman við Grondona, so sigur hann, at eg eri tann besti. Tá hann er saman við Messi, so sigur hann við Messi, at hann er tann besti. Vónandi fer Messi at avrika enn meiri, enn eg avrikaði. Tað verður ein vinningur fyri allar argentinar.










