Manchester United nýggjan venjara

Heimsíðan hjá felagnum hevur boðað frá, at nýggjur venjari er settur

Tað verður Louis Van Gaal, sum verður nýggjur venjari hjá Manchester United. Tað boðar heimsíðan hjá felagnum frá í dag. Hollendski landsliðsvenjarin hevur leingi verið settur í samband við felagið.

 

62 ára gamli Louis Van Gaal hevur fyrr verið venjari hjá stórfeløgum sum Ajax, Barcelona og Bayern Munchen. Hann hevur gjørt sáttmála fyri trý tey komandi kappingarárinum.

 

Ryan Giggs verður hjálparvenjari, meðan Frans Hoek og Marcel Bout somuleiðis verða í venjaratoyminum.