Manchester United fer til Moskva

Manchester United-Barcelona 1-0 (1-0)

Man Utd víðari við samanlagt 1-0

 

Sæð burtur frá fyrsta korterinum av seinna hálvleiki, so var talan ikki um nakran dreymadyst á Old Trafford í kvøld.

Júst hesa lítlu løtuna skiftust Ronaldo, Messi og Nani annars um at brillera, men í aðrar mátar var tað meira intensiteturin, sum var bera megin í stórdystinum á Old Trafford.

Manchester United kom tíðliga á odda, eftir at Paul Scholes úr 20 metrum høgdi bóltin upp í málhornið. Eftir hetta var tað Barcelona, sum hevði bóltin mest, men heilt vandamikliar vórðu teir á katalanska stórfelagnum sjáldan. Heldur ikki hóast bæði Henry og Eidur Gudjohnsen vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.

Hinvegin hevði heimaliðið nøkur vandamikil kontra, men meira enn tað eina málið gjørdist talan so ikki um. Men tað munnu reyðu devlarnir vera so fullkomuliga líkaglaðir um. Teir skulu til Moskva at spæla finaludyst í Champions League. Og um tað verður móti Chelsea ella Liverpool hevur í so máta neyvan tann stóra týdningin.

 

Manchester United-Barcelona 1-0 (1-0)

1-0: Paul Scholes, 15.