Manchester City radio á Rás2

EB/Streymur og Manchester City fara í eldin kl. 19.00 á Tórsvølli. Tí verður hitað upp á Rás2 frá kl. 15.00 til 18.00. Hetta verður gjørt við samrøðum, innsløgum og góðum tónleiki.

Venjararnir hjá liðunum báðum koma við sínum viðmerkingum um dystin. Prátað verður við formannin í EB/Streymi, Rólant Højsted. City-fjepparar, ið hava leitað sær úr Manchester til Føroya, fáa vit eisini at hoyra. Umframt tað verður vitjað í Bowlinghøllini, har EB/Streyma-fjepparar hita upp. Aðrir spennandi gestir vera eisini at hoyra á Rás2 millum 15 og 18, og tí eiga øll, sum vilja koma í rætta hýrin at lurta eftir Rás2 seinnapartin.