Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Fólkafloks tingmenn siga nú, at teir halda tað ikki vera rætt, at lóggeva fyri ella ímóti einstøkum bólkum í Føroyum.
Hetta má eitast at verða stórar nýggheitir, tí so leingi eg havi fylgt við í politikki, so hava fólkafloks tingmenn bert hugsa um eitt og tað er at lóggeva fyri seg sjálvan og síni.
Formaðurin í tingbólkinum vil ikki stuðla avgjalds hækking av tubbaki tí tað rakar bert ein bólk, roykjarar. Gud viti um maðurin sjálvur er roykjari?
Allir fólkafloks tingmenninir (uttan ein) vilja ikki stuðla uppskotinum um, ikki at gera mun á fólki vegna sexuellu sannføring. At vit skriva ár 2005 er líkamikið, nú skulu orð, ið eru skriva fyri fleiri túsund árum síðani, misbrúkast og hevjast yvir allar lógir.
Hava fólkafloks tingmenn gloymt, at tað eisini er skriva fyri fleiri túsund árum síðani, at um maður neyðtekur kvinnu, so skal hann gjalda bót til pápan og gifta seg við kvinnuni?
Fólkafloks formaðurin er ímóti hækkingini av vektgjaldinum á bilar og er tað kanska tí bileigarar er ein serstakur bólkur í Føroyum, líkasum roykjarar og samkynd. Ella er tað tí teir koyra í dieselbilum? Annars kunnu fólkafloks tingmenn lætt verja seg sjálvan og síni, við at hækka koyrifrádráttin.
Hálaðir eftir hárinum
Eitt kann mann ikki taka frá Fólkaflokkinum og tað er, at teir dugdu væl at hála Tjóðveldis- og smáu flokkarnar eftir hárinum í fyrrverandi samgongu og teir hava ikki mist taki í hesari samgonguni, tí teir hála so listuliga bæði Sambands- og Javnaðarflokkin eftir hárinum.