Malmros-filmur frumsýndur í Rom

Nýggi filmurin hjá Nils Malmros, sum snýr seg um hendingina, tá ið kona hansara drap 9 mánaðar gomlu dóttir teirra, verður frumsýndur í Rom í næstum

Á altjóða filmsstevnuni, sum verður hildin í Rom um góðar tvær vikur vikur, verður nýggi filmurin hjá filmssleikstjóranum Nils Malmros frumsýndur.

Filmurin, sum eitur ”Sorg og glæde”, hevur longu fingið nógva umrøðu, tí hann er ógvuliga persónligur. Filmurin snýr seg um tilburðin, tá ið kona Nils Malmros, Marianne, í einari psykosu gjørdi av við 9 mánaðar gomlu dóttir teirra.

Nils Malmros hevur ikki viljað sagt tað stóra um filmin ella hendingina enn, men hann váttaði í summar fyri Sosialinum, at filmurin byggir á eina veruliga hending.

– Tað er rætt, at kona mín í eini psykosu drap dóttir okkara fyri 29 árum síðani. Hon hevði tá verið innløgd í tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini manio-depressivari psykosu, men var komin heim at halda vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan hendingin fór fram, segði Malmros, sum er Føroyavinur og leikstjórnaði filmin um Barbaru.


Týdningarmikil filmur

Nýggi filmurin verður frumsýndur í Rom tann 11. november, har han skal luttaka í høvuðskappingini á filmsstevnuni.

Helle Fagralid, sum hevur ættarbond til Klaksvíkar, og Jakob Cedergren hava leiklutirnar sum Malmros-hjúnini.

Nils Malmros, sum hevur gjørt nógvar persónligar filmar, kallar komandi filmin fyri tann týdningarmesta í sínari karrieru.

Á okkara leiðum verður filmurin frumsýndur 14. november.