Fær norski fiskifrøðingurin Leif Nøttestad rætt, gongur ikki long tíð, til skip fara at fiska makrel heilt norðuri við Jan Mayen. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá norska havrannsóknarstovninum.
Leif Nøttestad verður mettur sum ein tann fremsti norski fiskifrøðingurin, tá tað snýr seg um makrel, og hann stóð eisini fyri tí norska partinum av felags makrelkanningini, sum var herfyri, og sum Føroyar eisini vóru við í.
Leif Nøttestad sigur, at lítil makrelur var at síggja fram við norsku strondini og har suðuri í Barentshavinum, men hinvegin var nakað at síggja norðan fyri 73 stig og vestarlaga í Norskahavinum. Hetta var stórur og feitur makrelur.
Norski leitileiðarin sigur, at makrelurin er farin at ferðast longri norðuri og longri vesturi enn fyrr, og at vestantil var makrelurin heilt vesturi við Jan Mayen.