Macron vil ikki kalla russisku gerðirnar fyri fólkadráp

Hóast amerikanski forsetin, Joe Biden, í nátt kallaði gerðirnar hjá Russlandi í Ukraina fyri fólkadráp, so vil franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært Sky News, ikki gera tað sama.

Foto: Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix

– Eg vil vera varin við at brúka slík orð í dag, tí tey bæði fólkasløgini eru brøður, skal Makron hava sagt í morgun.

Franski forsetin hevur áður roynt at fáa Vlademir Putin til at taka seg úr Ukraina.

 

Foto: Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix