Maður á sjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran

Illgruni var um eldsbruna, men talan var um eina gloymda pannu á komfýrinum

Stutt fyri eitt tíðina í nátt fekk alarmsentralurin boð um, at roykur stóð úr einum húsum í Klaksvík.

Sløkkiliðið varð sent á staðið beinanveg, men tá sløkkiliðið kom inn, kundi staðfestast, at talan var ikki um eldsbruna, men eina pannu, ið var gloymd á komfýrinum.

Maðurin, sum var í húsunum, varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí rættiliga nógvur roykur var inni, og tí skuldi hann kannast fyri roykeitran.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini boð um ein harumann, ið var dottin og hevði fingið skaða í beinið í einum haga í Kollafirði. Harumenninir vóru umleið ein hálvan tíma til gongu frá vegnum, og tí varð tyrlan send eftir manninum, ið varð fluttur á sjúkrahús. Vaktleiðarin veit ikki at siga, hvørt maðurin hevði brotið beinið ella ikki.

Seint í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan frá einum bilførara, ið hevði rent á eina ær við Leitisvatn. Ærin fekk so ringan skaða av bilinum, at bilførarin mátti avlíva hana, og hann boðaði síðani løgregluni frá.