Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at bjálkin undir loftinum á Vágatunlinum, sum markar hæddina á tunlinum, var loysnaður í øðrum endanum, og hekk sostatt og lavaði niður ímóti koyribreytini.
Hetta var við tunnilsmunnan vágamegin og av trygdarávum stongdi Løgreglan tunnilin við bummunum. Teir eru fjarstýrdir, so teir kann løgreglan leggja fyri av støðini og løgreglan sigur, at teknikarar fóru á staðið alt fyri eitt at loysa trupulleikan. Og tað gekk ikki meiri enn ein lítil hálvur tími, so var tunnilin opin aftur.










