Máttu sita svong umborð á Smyrli

– Vit høvdu glett okkum til at fáa ein bita, men har var einki at gera, tí vit komu á stongdar dyr.

 

Soleiðis sigur eitt av ferðafólkunum, sum kom suður við Smyrli í gjárkvøldið. Suðuroyarliðið hevði spælt ímóti B36 í Havn, og tað var ein stórur hópur av suðuroyingum, sum var farin norður við at koyra á sítt lið.

 

Strandferðslan hevði eisini útsett fráferðina úr Havn eina løtu, so at tey sluppu suður aftur eftir loknan dyst. Men tað var ein langur dagur, so tað var svangligt og tí høvdu vit glett okkum at fáa ein bita, tá ið vit komu umborð á Smyril, siga ferðafólkini.

 

Men tey siga, at tá ið tey komu umborð var kafeteria stongt, so tey fingu ikki inn í eygað. Tey halda, at tað er óskiljandi at Strandferðslan steingir kafeteria ein túr sum hendan, har Smyril er fullur av fólki. Tey siga eisini, at hetta elvdi til rættiliga stóra ónøgd hjá ferðafólki, og tað vóru nógv, sum góvu ilt av sær.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, har hann greiðir frá, hví tey komu í hesa støðuna.